Tað er ein sera væl nøgdur Óli Jacobsen, sum klokkan 10 í morgun fer at seta landsfundin hjá Fiskimannafelagnum í Norðurlandahúsinum.
Tí við sær í skjáttuni hevur hann til, sum vísa, at fiskimenn hava ongantíð forvunnið so nógv, sum teir hava gjørt í ár og hetta er sostatt tað besta árið hjá fiskimonnum nakrantíð.
Og hjá summum er talan um, at hýran er tvífaldað, og meir enn tað uppá nøkur fá ár.
Tað eru sjálvandi tvær høvuðsorsøkir til, at fiskimenninir hava gjørt tað so gott í ár:
Í fyrsta lagi hevur fiskiskapurin verið óførur og í øðrum lagi hevur prísurin set met.
Fiskimannafelagið ger hýrurnar upp í daglønum. Tað er hýran í miðal um dagin fyri hvønn dag á sjónum.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, sigur,at framgongdin er sera stór, tí havast skal í huga, at fyri nøkrum árum síðani fekk fiskivinnan nógvan studning, men hann er skerdur niður ígjøgnum nú.
? Nú, vit onga skipan hava, sum javnar ímillum góð og vánalig fiskiár, kann støðan broytast heilt avgerandi, um fiskiskapurin minkar og prísirnir lækka.
? Hetta kann vera óheppið, men tíðarandin er so, at allar skipanir, sum bera á tað borðið, eru av tí illa.
? Tí eiga fiskimenn sjálvir at leggja upp fyri, at trøini veksa ikki inn í himmalin, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum.
Bara eitt undantak
Tað er bara í einum føri, at hýran í ár ikki er tann hægsta nakrantíð og tað er hjá manningunum á teimum stóru flakatrolarunum, sum forvunnu væl meiri fyri nøkrum árum síðani.
Daglønin hjá manningingunum á flakatrolarunum hevur verið 1.620 krónur í ár. Tað eru 11% meiri enn í fjør, tá ið daglønin var 1.458 krónur.
Men hetta er lítið afturímóti 1991, tá ið teir høvdu sínar gyltastu dagar, tí tá var daglønin 2.278 krónur.
Lakasta árið hjá flakatrolarunum var 1995, tá ið daglønin hjá manningini var 1.308 krónur.
Er vaksin 229%
Nógv tann størsti vøksturin er í hýrunum hjá teimum, sum sigla við nótaskipunum.
Í ár hava manningarnar á nótaskipunum fingið 2.968 krónur fyri hønn dag, teir vóru til fiskiskap.
Hetta er stór bróyting frá 1989, tá ið teir einans fingu 911 krónur.
Sostatt er høkkingin hesi seinastu 10 árini verið ikki minni enn 226%.
Í 1997 fingu manningarnar á nótarskipunum 1.938 í part um dagin. Sostatt er inntøkan í ár vaksin heili 53% í ár, afturímóti í fjør.
Daglønin meiri enn tvífaldað
Annars hava teir, sum sigla við Ísfiskalínuskipunum havt sera stóra framgongd hesi seinastu árini.
Í ár hava teir forvunnið 1.529 krónur í miðal fyri hvønn dagin, teir vóru umborð. Tað er 41% meiri enn í fjør, tá ið inntøkan var 1.085 krónur.
Men hyggja vit nøkur fá ár aftur í tíðina, hevur framgongdin verið sera stór.
Ringasta kreppuárið 1993 fingu var daglønin ikki meiri enn 702 krónur, við øllum studningi taldum uppí.
Í 1989 var daglønin 1.015 krónur. Sostatt er vøksturin hesi seinastu 10 árini heili 85%.
Óli Jacobsen sigur, at fyri nøkrum árum síðani kom næstan ongin túrur upp um minstulønina. men nú kemur tað næstan ikki fyri, at teir fiska bara fyri minstuløn.
1.635 kr. um dagin
Manningarnar á teimum smáu ísfiskatrolarunum hava eisini gjørt tað gott í ár.
Daglønin í ár er 1.635 krónur og tað er heili 47% meiri enn í 1997, tá ið hon var 1.109 krónur.
Eins og hjá teimum flestu øðrum, vóru tey ringastu árini hjá teimum smáu ísfiskatrolarunum fyrra partin í nítiárunm og tá ið teir skravaðu botnin í 1994, var daglønin ikki meiri enn 810 krónur. Hesi seinastu 10 árini er framgongdin hjá manningunum við hesum skipunum 70%.
Eisini hjá teimum stóru ísfiskatrolarunum hevur árið roynst væl.
Manningaparturin hevur verið 1.246 krónur um dagin, og tað er 29% meiri enn í 1997, tá ið hann var 966 krónur.
Í 1989 var daglønin hjá teimum 912 krónur. So framgongdin hesi seinastu 10 árini hevur verið 37%.
Hjá ídnaðarfisktrolarunum er daglønin í ár 1.088 krónur, og tað er tað sama, sum fyri 10 árum síðani. Men talan er um eina framgongd uppá 14% í ár, afturímóti í fjør, tá ið manningaparturin var 951 krónur um dagin.
Manningin á rækjutrolarunum hevur fingið 1.440 krónur um dagin í ár. Tað er 53% meiri enn í fjør, tá ið teir fingu 943 krónur.
Seinastu 10 árini hevur framgongdin hjá teimum verið 20%, tí í 1989 var daglønin 1.198 krónur.
Hjá uppisjóvatrolarunum fekk manningin 817 krónur um dagin í ár. tað er 4% meiri enn í fjør, tá ið teir fingu 789 krónur.
Og at enda fingu manningarnar á garnaskipunum, sum fiskaðu svartkalva og havtasku, 1.184 krónur um dagin, sum er 13% meiri enn í fjør, tá ið teir fingu 1.048 krónur um dagin.
Tvær arbeiðsmannalønir
Óli Jacobsen sigur, at táið tosað verður um inntøkurnar hjá fiskimonnum, verða teirra hýrur mangan samanbornar við lønirnar á landi.
? Tað eru nógv, sum hava gjørt sær sínar metingar um, hvat tað er rímiligt hjá einum fiskimanni at forvinna, havandi í huga tær serligu arbeiðsumstøður, hann hevur .
Men í hesum sambandi vísur formaðurin í Fiskimannafelagnum m.a. til fyrrverandi stjóran í Fiskasøluni, Birgir Danielsen, sum helt fyri 20 árum síðani, at tað var rímiligt, at ein fiskimaður fekk tvær arbeiðsmannalønir á landi.
Hjá einum arbeiðsmanni á landi er daglønin 685 krónur um dagin fyri átta tíma arbeiðsdag.
Roknað verður við, at eitt arbeiðsár &aac