Mikudagin hin 7. desember - og tað er í morgin - verða 4 bøkur innstillaðar til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2012. Dómsnevndirnar í útnorði (í ávikavist Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Strandanoregi) hava hvør sær innstillað eina bók úr sínum landi til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Útnorðurráðnum 2012. Vinnarin verður valdur í august næsta ár, og vinningurin er 60.000 krónur.
Innstillingarnar verða kunngjørdar á tíðindafundi hjá føroysku dómsnevndini og Útnorðurráðnum, sum verður hildin mikudagin, 7. desember klokkan 14 á Tjóðpalli Føroya.
Innstillaði føroyski rithøvundurin verður hjástaddur. Fjølmiðlar og myndafólk eru vælkomin.
Virðislønin verður latin annað hvørt ár, og er hetta sættu ferð, at bøkur verða innstillaðar til virðislønina. Mannagongdin er, at dómsnevndirnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi í desember mánaði árið fyri, sum virðislønin verður latin, innstilla eina bók úr hvørjum landi. Dómsnevndin í Útnorðurráðnum velur síðani eina av hesum bókunum til at fáa virðislønina í august mánaðiárið eftir.
Vinnarar frammanundan eru:
2010 Kirkegården eftir Gerður Kristný
2008 Spøgelsesspor eftir Kristín Helga Gunnarsdóttir
2006 En hund, en kat og en mus eftir Bárður Oskarsson
2004 Englen i Vestbyen eftir Kristín Steinsdóttir og Halla Sólveig Þorgeirsdóttir
2002 Historien om den blå planet eftir Andri Snær Magnason
Í føroysku dómsnevndini eru Oddfríður Marni Rasmussen formaður, Oddvá Nattestad og Annika Marr Poulsen.
Myndin er av Bárði Oskarssyni, sum vann virðislønina í 2006.