Justi Poulsen, ið hevur uppfunnið eitt nýtt slag av gummibjargingarbátum, hevur nú fingið bræv frá Patentdirektorationum, har hann fær at vita, at hann er innstillaður til at fáa virðisløn fyri uppfinningina. Tilsamans er talan um 8 uppfinnarar, ið eru innstillaðir.
Nýskapan
Endamálið við heiðurslønini hjá Patentdirektoratinum er, at stuðla nýskapandi uppfinningum innan ídnaðin í danska ríkinum. Eisini verður virðislønin givin fyri at seta gott andlit á uppfinnandi verksmiðjuna og starvsfólk hennara.
Fyri at verða innstillaður til at fáa heiðursløn frá Patentdirektoratet, er neyðugt at uppfinnarin er úr danksa ríkinum, og uppfinningin skal vera millum tær, ið hava fingið patentbræv árið fyri heiðurslønin verður latin.
Tað serliga við bjargingarbátinum, ið Justi Poulsen hevur uppfunnið er, at til ber at fara í hann, um hann vendir á høvdið. Báturin hevur serligar slúsir, har til ber at koma umborð . Eisini skipað soleiðis fyri, at tað er lætt at koma í bátin, sjálvt um ein liggur í sjónum.
Dómaranevnd
Talan er um eina dómaranevnd við umboðum frá Patentdirektoratet, UniBankOpfinderfond og Dansk Industri, ið hevur instillað Justi Poulsen til at vera við í kappingini "Patentprisen 1999".
Vinnarin av heiðurslønini verður funnin í Herning í Danmark tann 3. juni í ár , í sambandi við eina ráðstevnu fyri uppfinnarar.