Innstilla Marjuna Syderbø Kjelnæs til virðisløn

Skúlabókasavnsfelagið í Føroyum innstillar stuttsøguringin »Skriva í sandin« eftir Marjun Syderbø Kjelnæs til Nordisk Børnebogspris 2011. Bókin er komin út á Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2010.

Tittulstuttsøgan, Skriva í sandin, er eitt av tveimum føroyskum innsløgum í norðurlendska stuttsøgusavninum Elskar ? elskar ikki, sum eisini er komið út í 2010.

Skúlabókasavnsfelagið sigur í grundgevingum til innstillingina, at Skriva í sandin er ein sokallaður stuttsøguringur fyri ung. Har eru 10 stuttsøgur, sum hava hvør sín høvuðspersón. Tíðin og staðið er eitt vikuskifti í Havn.

Skriva í sandin lýsir við djúpari innliving tíggju vanlig, føroysk ungfólk, sum tey liva lív teirra í dag, 2010 ? við teimum hugsanum, ynskjum, longslum og kenslum, sum tey hava. Teir tíggju høvuðspersónarnir, 5 dreingir og 5 gentur, eru millum 16 og 20-21 ár.

Stuttsøgurnar greiða hvør sær frá, hvussu hesi ungu fyrireika seg til eitt ávíst vikuskifti. Í øllum søgunum eru flashbacks, sum geva lesaranum størri fatan av hvørjum høvuðspersóni sær og sambandinum og ?lagnufelagsskapinum? teirra millum. Øll hava ikki sjónligar leiklutir í lívinum hjá hvørjum øðrum, men kortini krossast lagnur teirra í hesum samansettu søgunum um ungdómslívið í Havn í dag.

Sjónarhornið skiftir frá søgu til søgu, soleiðis at vit sum lesarar uppliva hendingarnar sæddar frá høvuðspersóninum.

Tey ungu berjast við somu trupulleikar sum ung aðrastaðni: forelskilsi, øvundsjúku, vinabond, gentu, dreingir, incest, etingarólag, harðskap, happing, misnýtslu, sex, homoseksualitet, foreldur. Marjun vísir í søgunum, at hon torir viðgera trupulleikar, sum annars ikki hava verið lýstir serliga væl í føroyskum ungdómsskaldskapi. Hon skrivar beinleiðis til tey ungu ? brúkar eitt lætt gerandismál, sum tey ungu kenna seg aftur í.