Innspræning til Tjóðveldisflokkin

Tjóðveldisflokkurin stendur til at bera alla afturgongd, sum veljarakanningin vísir.

? Hetta er eitt varskó um, at vilja vit halda fram á sjálvstýriskós, so má Tjóðveldisflokkurin koma inn, sum ein sterkur flokkur, heldur Høgni Hoydal.
Í eini roynd at vera bjartskygdur vísur Høgni Hoydal til, at flokkurin seinastu mongu kanningarnar hevur ligið sum størsti flokkur og tað hevur kanska ikki verið besta utgangsstøði.
? Kanska er tað ikki so galið einaferð at liggja aftast í eini veljarakanning, sigur Høgni Hoydal.

Kostar at taka ábyrgd

? Tann sum stendur fremstur fær flestu skolurnar. So vit mugu bara staðfesta, at tað kostar at taka ábyrgd.
Soleiðis forklárar Høgni Hoydal stóru afturgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum.
? Okkara mál er at savna allar sjálvstýriskreftir. Tað krevur nógv, men vit hava góð fólk, sum nú skulu út í eitt valstríð, sum helst skuldi bøtt um úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum.