Samrøðurnar og innsløgini Jan Muller tók upp í Klaksvík leygardagin, verða aftur at hoyra kl. 19 í kvøld Stórur hátíðardagur var í Klaksvík leygardagin. Talan varð bæði um 100 árahald hjá Klaksvíkar Kommunu, og um Føroya Sjómannadag. Jan Muller gjørdi fleiri samrøður og innsløg henda dagin. Hesi innsløg, sum vóru send millum kl. 10 og 12 í morgun verða endursend á Ràs2 í kvøld. Hetta verður millum kl. 19 og 21.