Innskriving til 1. flokk

Fyrsta dagin verður innskriving av børnum, sum skulu byrja í 1. flokki í Tórshavnar Kommunu aftan á summarfrítíðina

Børn, fødd fyri 1. januar 2003, sum skulu í 1. flokk í Tórshavnar Kommunu næsta skúlaár, skulu skriva børnini upp týsdagin 27. ella mikudagin 28. januar 2009.

Kommunan sigur, at tað ber til at ynskja ein ávísan skúla, men um pláss ikki er fyri øllum, sum búgva næst skúlan, verður neyðugt at flyta næmingar, har pláss er.

Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar koma í í 1. flokk.

Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum eru: Argja skúli, Venjingarskúlin, Tórshavnar Kommunuskúli, Sankta Frans skúli, Eysturskúlin, Hoyvíkar skúli, Skúlin við Løgmannabreyt

Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er.

Innskrivingin er í býráðssalinum týsdagin 27. og mikudagin 28. januar, báðar dagarnar kl. 15.00–18.00. Havið avrit av dóps-/navnabrævi við. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á telefon 25 40 10.