Innskriva børn til 1. flokk í 14 skúlum

Tórshavnar kommuna skipar í næstum fyri felags innskrivum av børnum til kommunalur skúlarnar, forskúla og frítíðarskúla fyri komandi skúlaár

Tórshavnar kommuna skipar fyri felags innskrivum av børnum til kommunalur skúlarnar, forskúla og frítíðarskúla fyri komandi skúlaár í býráðssalinum í Havn týsdagin 21. og mikudagin 22. januar.

 

Kommunan hevur boðað frá, at foreldur ella verjar, ið ætla at lata børn fødd fyri 1. januar 2008 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá týsdagin 21. ella mikudagin 22. januar 2014.

 

Hóast tað ber til at biða um at fáa børn í ein ávísan skúla, so er ikki altíð vist, at tað ber til. Kommunan sigur, at um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

 

Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

 

Samstundis ber eisini til at skriva børn upp til forskúla í Sankta Frans skúla ella í forskúlan í Skúlanum á Argjahamri. Tey foreldur, ið ynskja tað, verða eisini biðin at siga frá í býráðssalinum týsdagin 21. ella mikudagin 22. januar 2014.

 

 

Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúla

í Sankta Frans skúla ella i forskúla í Skúlanum á Argjahamri, verða eisini biðin at siga frá í býráðs-salinum týsdagin 21. ella mikudagin 22. januar 2014.

 

Niðanfyri sæst býtið av næmingum á ymsu skúlunum í Tórshavnar kommunu:

Skúlar

 Árg.

 Flokkar

Næm.

 

Frískúlin við Hoyvíkstjørn

 1.-7. fl.

 6

57

 

Skúlin á Argjahamri

 1.-9. fl.

 15

320

 

Eysturskúlin

1.-10. fl.

14

539

 

Frískúlin í Havn

 1.-6. fl.

 6

44

 

Hoyvíkar skúli

 1.-9. fl.

 14

353

 

Kaldbaks skúli

 1.-7. fl.

 7

34

 

Kollafjarðar skúli

1.-9. fl.

 9

135

 

Kommunuskúlin

1.-9. fl.

20

402

 

Nólsoyar skúli

1.-7. fl.

7

21

 

Sankta Frans skúli

1.-7. fl.

13

241

 

Forskúlin

 

2

44

 

Skúlin við Løgmannabreyt

 1.-9. fl.

 9

364

 

Velbastaðar skúli

1.-7. fl.

7

56

 

Venjingarskúlin

1.-9. fl.

17

378

 

Tórsh. Musikkskúli

 

 

605

 

Tórsh. Kvøld- og Ungdómsskúli

 

 

2.502

 

Føroya Handilsskúli

 

 

543

 

Vinnuháskúlin

 

13

314

 

Føroya Studentaskúli og HF-skeið

 

33

763

 

Tekniski skúlin

 

 

243

 

Føroya Fólkaháskúli

19 skeið

 

537

 

Fróðskaparsetur Føroya

 

 

557