Innskjótaratrygdin er nú hækkað

Øll innlán í føroysku peningastovnunum eru nú tryggjað upp til 100.000 evrur, svarandi til umleið 750.000 krónur. Løgtingið samtykti í dag uppskotið einmælt. Í Danmark er trygdin fyri innlán í peningastovnunum frá Innskjótaratrygdargrunninum, sum allir peningastovnar í danska ríkinum standa aftanfyri, hækkað úr 300.000 krónuk upp í 100.000 evrur, svarandi til umleið 750.000 krónur.

Innlán í føroyskum peningastovnum eru nú eisini tryggjað av Innskjótaratrygdargrunninum við hesum nýggja og hægri hámarkið.

Lógaruppskotið var einmælt samtykt í Løgtinginum í dag. Fram til 30. september 2010 eru øll innlán fevnd av Bankapakka I við veðhaldi í danska statskassanum. Hetta merkir, at øll innlán uttan mun til, hvussu stór upphæddin er, eru tryggjaði fram til 30. september 2010 við Bankapakka I. Eftir henda dag verður tryggjaða upphæddin tær á leið 750.000 kr. Tískil eru teir føroysku peningastovnarnir eins tryggir, sum teir donsku peningastovnarnir.