Innskiftarar bjargaðu Belgia

Hóast Algeria leingi var á odda, eydnaðist Belgia at venda dystinum í seinna hálvleiki.

Í dag er hol sett á bólk H til HM endaspælið í Brasil. Fyrsti dysturin í bólki H var millum Belgia og Algeria. Belgia er av mongum mett til at verða eitt av liðunum, ið kunnu yvirraska til endaspælið.

 

Tað var tó Algeria, ið skelkaði Belgia í fyrra hálvleiki, tí aftaná 24 minuttir fekk Algeria brotsspark. Sofiane Feghouli, ið til dagliga leikar fyri Valencia í Spania, umsetti trygt úr 11 metrum.

 

 

Innskiftingar bjargaðu Belgia

Tað sá leingi út til at tað kundi enda við einum sensatiónssigri til Algeria, men 20 minuttir fyri leiklok fekk Belgia javnað. Tað var innskifti Manchester United leikarin, Marouane Fellaini, ið fekk javnað til 1-1 fyri Belgia.

 

Og sigast má at innskiftingarnar hjá belgiska venjaranum, Marc Wilmots, eydnaðust væl. 10 minuttir áðrenn leiklok fekk ein innskiftari hjá Belgia avgerandi leiklut. Dries Mertens varð spældur leysur av Eden Hazard og ósvikaligur tryggur við algeriska málverjan Rais M'Bolhi, fekk hann skotið bóltin uppundir nettakið, soleiðis at hann legði Belgia á odda 2-1.

 

Sostatt er byrjanin hjá Belgia góðkend. Seinni dysturin í bólki H verður leiktur klokkan 23:00 í kvøld, tá Russland og Suður Korea bresta saman.

 

 

 

Belgia - Algeria 2-1 (0-1)

0-1 Sofiane Feghouli, 24.

1-1 Marouane Fellaini, 70.

2-1 Dries Mertens, 80.