Innskiftarar avgjørdu

Tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Ongland tryggjaði sær sigurin á lítlabeiggja.

Ein av heilt stóru dystunum higartil í EM varð spældur seinnapartin, har grannarnir úr Ongland og Wales hittust í øðrum umfari av EM-bólki B. Eftir 1-1-javnleik ímóti Russlandi í fyrsta dystinum hevði Ongland fyri neyðini at fáa stig – gjarna øll trý.


Ongland spældi ein vánaligan fyrra hálvleik, og tað gjørdist heldur ikki til meira enn ein rímiligan møguleika til Raheem Sterling og ein møguleika upp á ein stútara til Chris Smalling. Wales hevði heldur ikki nógv at bjóða upp á, men teir hava Gareth Bale. Hann gjørdi ikki matari enn at sparka eitt fríspark beinleiðis í málið úr 35-40 metrum.


Wales slapp tískil til hálvleiks á odda 1-0, og enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, tók avleiðingarnar. Harry Kane og Raheem Sterling sluppu ikki út aftur til seinna hálvleik, men heldur Jamie Vardy og Daniel Sturridge, sum báðir tveir skuldu fáa ein týðandi leiklut.


Ongland var nógv betri í seinna hálvleiki, og góðar 10 minuttir eftir steðgin javnaði Jamie Vardy til 1-1. Trýstið helt við stórar partar av seinna hálvleiki, og í sjálvari yvirtíðini trein hin innskiftarin, Daniel Sturridge, fram. Liverpool-leikarin skoraði til 2-1 og gjørdist sigursharri.


Úrslitið hevur við sær, at Ongland nú er nýtt oddalið í bólki B við fýra stigum. Slovakia og Wales hava trý, meðan Russland bara hevur eitt stig.