Innsiglingin verður nú ruddað fyri grót

Ætlanin er at rudda alt grótið burtur, sum kann vera til ampa í innsiglingini til Skopunar havn.

 

 

Við í eykajáttanini, sum løgtingið samtykti seint í juni, vórðu eisini 2,5 miljónir krónur játtaðar til at taka grót upp úr innsiglingini í Skopunar havn, og hetta arbeiðið hevur longu verið í gongd í eina tíð.

Seinastu tíðina hevur Articon arbeitt við stórum krana úti á norðara armi í havnini, samstundis kavarar hava verið niðri og fest í stóru klettarnar, sum síðan eru lyftir upp á bryggjuna.

Sum skilst, er ætlanin at rudda alt grótið burtur, sum kann vera til ampa í innsiglingini, og hetta skuldi so aftur gjørt, at reglusemi í siglingini í Sandoynna verður størri, tá vetur er aftur.

Herfyri tók bilaferjan Hasfjord hjá Strandfaraskipum Landsins  í botn í innsiglingini, og hetta hevði ta avleiðing, at skipið seinastu vikurnar hevur staðið á bedingini hjá Mest í Havn til umvælingar. 

##med2##