Innsavning til tvey endamál

Leygardagin 12. mai verður árliga landsinnsavningin hjá Bláa Krossi Føroya. Eitt endamál er at útvega pening til eina fyribyrgjandi verkætlan fyri børn og ung.

Eins og undanfarin ár er landsinnsavningin skipað við, at gingið verður hús úr húsi í øllum landinum við bússum, har heitt verður á fólk um at geva eina gávu til hjálpararbeiðið hjá Bláa Krossi.

Í ár verður savnað inn til tvey endamál: Byggingina av nýggjum viðgerðarheimi fyri fólk við rústrupulleikum og verkætlanina "Øll hava rætt til góð barnaár”. Ta seinna er ein fyribyrgjandi verkætlan, ið vendir sær til børn og ung, ið vaksa upp í heimi har rúsdrekka ella onnur rúsandi evni hava merkt ella merkja gerandisdagin.

Blái Krossur Føroya er ein hjálpar- og fráhaldsfelagsskapur, ið strembar eftir at veita umsorgan og hjálp til menniskju, ið eru rakt av rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Hetta inniber bæði misnýtarar, familjur teirra og avvarandi annars.