Innsavning av ritgerðum

Landsbókasavnið boðar frá, at tey við gleði taka ímóti ritgerðum, ið føroysk lesandi skriva undir hægri lestri. Lesandi, kandidatar o.tl., sum senda Landsbókasavninum handrit, antin til ognar ella at avrita, verða biðin um at fylla eitt oyðublað út, og senda tað saman við ritgerðini.
Oyðublaðið liggur klárt at takað niður á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum, www.flb.fo ella fæst við at venda sær til Landsbókasavnið.