? Tað eru heilt sikkurt nógv fólk kring landið, ið hava ymiskt gamalt liggjandi við hús. Tey vita ikki hvat tey skulu gera við tað, men vilja ikki tveita tað burtur. Tá er tað upplagt at koma til okkara við tí, heldur Sigrun Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum fyri.
Vanta innbúgv
Dagheimið, sum letur upp 18. oktober hevur fingið stuðul til umvæling av húsinum, og raksturin verður býttur helvt um helvt ímillum landið og Tórshavnar kommunu.
Men teimum vantar enn innbúgv, og tí er alt vælkomið, serliga um tað er frá tíðarskeiðnum frá 1920'unum til 1960'ini.
? Vit ætla, at tey gomlu, minnisveiku, sum koma at vera her, kulu kenna seg heima, og tí savna vit gamalt innbúgv inn. So um onkur hevur eina pena lampu ella ein stól ella kanska okkurt køksbúnýti, so eru tey vælkomin við tí, sigur Sigrun.
Fleiri fyrimunir við gomlum
Umframt at tað gerst hugnaligari inni, um innbúgvið er gamalt, so eru eisini fleiri fyrimunir við tí.
? Royndir vísa, at tað er stimbrandi fyri tey minnisveiku, um gomul minni verða kallað fram í hugin, greiðir Sigrun frá.
Hetta fyribrigdið við at nýta minnið, verður á fakmáli nevnt »reminiscens«, og tað snýr seg um tilvitað at seta ting, ið kunnu ávirka minnið til tað betra, inn í gerandisdagin hjá teimum demensraktu.
Ætlanin er tí at royna henda fyribyrgingarhátt á dagheiminum.
Við at hava gamlar lutir frá umleið 1920-1960, sum tey damensraktu kenna aftur, versna tey kanska ikki so skjótt, sum tey annars vildu gjørt.
? Tí fara vit, sum sagt, nú undir av savna inn gamlar, hugnaligar lutir, sum kunnu hava samband við barnaár, skúlagongd, kríggið, útferðir, trúgv, køkslutir, ja, snøgt sagt alt, sum kann minna tey á lívið, bæði hjá mannfólkunum og konufólkunum, greiðir Sigrun frá.
Serliga mangla teimum tó til dømis eina stovuklokku, ljósakrúnu og lampettir, postalín, málningar, broderaðar dúkar og innbúgv.
Alneyðugt er, at lutirnir eru í góðum standi.
Tikið verður ímóti lutum týsdagin 5. Oktober kl. 13.00-18.00 á Dalavegi 4 í Havn, har dagheimið eisini fer at verða.
Eisini ber til at siga Alzheimerfelagnum frá, á tlf 313102 ella 228004 gerandisdagar kl. 09.00-16.00 frá 5.- 8. oktober.








