Innrásin er eitt átak fyri trygdina hjá Ukraina

Tað er einki, sum bendir á, at Ukraina hevur nakran áhuga í at varðveita hertiknu økini í Russlandi, men hetta er heldur eitt átak fyri at steðga russisku álopunum úr økinum

Ukraina hevur ongan áhuga í at varðveita hertiknu økini í russiska Kursk-landslutinum, sum ukrainski herurin í løtuni hevur í sínum valdi.

 

Tað siga ukrainskir myndugleikar í dag sambært tíðindastovuni, AFP.

Tað var týsdagin, at ukrainski herurin óvæntað tók seg inn í Russland, og eftir øllum at døma varð russiski forsetin, Vladimir Putin, púrasta tikin á bóli.

 

Sambært altjóða miðlum hevur ukrainski herurin í løtuni helst ræðið yvir millum 800 og 1000 ferkilometrum av russiskum landaøki.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at átakið snýr seg um trygdina hjá Ukraina.

 

Russar hava javnan framt loftálop úr hesum landsluti, og tí halda ukrainskir myndugleikar, at átakið í Russlandi er púrasta "legitimt", sum tikið verður til.

 

Spennandi verður at fylgja gongdini, hvussu russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at loysa ukrainska átakið, sum eftir øllum at døma er rættiliga umfatandi.