Innrás av fjølmiðlum í september

Tá føroyska A-landsliðið í fótbólti skal spæla ímóti Týsklandi í september, verða nógv útlendsk tíðindafólk til staðar.

Sum skilst er talan um fleiri hundrað fjølmiðlafólk, ið koma til Føroya í sambandi við dystin millum Føroyar og Týskland. 

Landsdysturin, sum verður á Tórsvølli týsdagin 10. september, lokkar so mikið nógvar útlendskar fjølmiðlar til landið, at neyðugt verður við einum serligum tjaldi til tey mongu tíðindafólkini.

Ætlanin er tískil at seta eitt sokallað pressutjald upp á niðara vølli, har tíðindafólkini kunnu arbeiða.