Í gjár tosaði info við 26 ára gomlu Steintóru Gleðisheygg Joensen, sum hevði ummøblerað eitt kamar í heystfrítíðini úr endurnýtslu møblum. Hon hevði einans brúkt 80 krónur til verkætlanina.
Les eisini: Ummøbleraði fyri 80 krónur úr endurnýtslu á leinkjuni sært tú eisini myndir av kamarinum bæði áðrenn og aftaná, at tað varð ummøblerað.
Steintóra hevur eisini nøkur góð ráð til tey, ið hava hug til at gera okkurt líknandi ella tørva íblástur til innrætting
Tip frá Steintóru til innrætting
1. Tá ið eg innrætti, hugsi eg fyrst og fremst um stødd, tyngd og fyllu á møblunum. Eisini hugsi eg um, at møblar og prýðislutir ikki bert skulu kunna brúkast bert í tí eina rúminum, ið eg keypi tað til.
2. Tá ið tú hevur eitt lítið kamar er tað til dømis eitt betri hugskot at hava bein undir songini, ið eru 10 cm heldur enn 20 cm, so at songin ikki sær út til at fylla alt kamarið.
3. Ljósið í rúminum og hvar tú velur at seta lampurnar hevur nógv at siga fyri innrættingina. Persónliga vil eg ikki vera fyri uttan dempara ella Philips Hue spottum, tí tað setur ein serligan dám á rúmið.
4. At hava ein grøna plantu er eisini altíð eitt gott hugskot. Um mann ikki er góður til at ansa teimum, so ber eisini til at taka nakrar greinar av onkrum træið uttanfyri. Trøini í hesa tíðina rigga væl, tí tey hava ongin bløð. Grønt og greinar skapar lív.
5. Eitt gott hugskot er, at ikki hugsa so A-symmetrisk, og at alt skal “matcha”. Til dømis at hava tvey júst eins náttborð báðu megin dupultsongina, at hava júst líka lampur, og at hanga myndir í júst sama avstandi ímillum á veggin og so framvegis er ikki altíð tað, sum er mest sjarmerandi. Ein stólur, sum tú málar onkran lit til eina síðu av songini, og eitt náttborð eitt sindur lægri ella hægri, sum tú málar onkran annan lit, til hina síðuna, kann sagtans rigga. Og tað ger at tú eisini kanst brúka hesi tingini aðra staðni í húsinum - stólin til eitt skrivaraborð, og náttborið inni í kamarinum hjá barninum, um tú nú finnur eitt nýtt.










