Tað kann ljóða løgið, men søgan er sonn.
Ein timburmeistari, sum var biðin at innrætta eini sethús i einari størri byggiverkætlan, fann ikki fyrr enn eftir 3-4 vikum út av, at hansara menn arbeiddu í skeivum húsum.
Talan var um eina størri byggiverkætlan við fleiri sethúsum, og teir vóru í fyrstu syfti bidnir at innrætta tey einu húsini í hesi verkætlan.
- Tað vísti seg, at mátini passaðu so illa. Vit hildu tó fram at arbeiða. Tá vit høvdu arbeitt i húsunum í einar 3-4 vikur, funnu vit út av, at vit vóru í skeivum húsum.
Timburmeistarin, sum In.fo hevur tosað við, sigur, at sjaldsama hendingin fór fram fyri nøkrum árum síðan.
Hann heldur tó, at tað, sum hansara menn, avrikaðu á byggiplássinum, kortini hevur verið á góðari leið, tó at húsini ikki vóru tey røttu.
- Nú hava vit arbeitt í nøkur ár fyri sama samtak, sum bygdi hesi húsini. Vit hava bygt eini 20-25 hús, og vit arbeiða framvegis fyri samtakið.
Timburmeistarin sigur, at trý hús, sum teir í løtuni eru í holt við at innrætta, verða liðug til ársenda, og síðan skulu teir byrja at innrætta seks onnur hús til várs.
- Tað kann tykjast eitt sindur undarligt, at vit soleiðis komu inn í hesa byggiverkætlan, sum vit nú hava verið partur av í fleiri ár, sigur hann.