Innrætta kjallarin til tey ungu

Oasan: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at innrætta tann 250 fermetrar stóra kjallarin í stóra samkomuhúsinum í Hoyvík. Tann stóri salurin er karmur um tiltøkini í húsinum, men samkoman hevur sæð tað neyðugt at fáa fleiri høli til ungdómsarbeiðið, sunnudagsskúlan og onnur tiltøk. Arbeitt verður tvey kvøld um vikuna, umframt leygardagar.