Innrás í Íslandi

Í dag er rættilig ferðafólkainnrás í Íslandi. Fýra stór ferðamannaskip koma til Reykjavíkar, og 40 ferðafólkaflogfør seta seg á flogvøllin í Kelfavík. Við skipunum og flogførunum eru meiri enn 16.000 ferðafólk, og sambært teimum íslendsku fjølmiðlunum er hetta eitt tað mesta, sum nakrantíð er komið til landið eftir einum degi.

Umframt tey meiri enn 16.000 ferðafólkini eru umleið 3.000 fólk, sum manna tey fýra skipini, og fleiri av teimum fara eisini í land.

Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at fleiri útferðir eru fyrireikaðar til tey nógvu ferðafólkini, sum koma við skipunum, og at millum 100 og 200 bussar eru leigaðir til ferðirnar. Men ikki øll skulu við bussi. Summi fara við báti at vita, um tey kunnu fáa eygað á onkran hval.