Innrás úr Danmark á páskum

Tey stóru gistingarhúsini verða fullsett vikurnar báðu megin páskirnar. Smyril Line hevur eftir tveimum vikum selt 600 ferðaseðlar til Føroya

Mars og apríl plaga at vera tveir deydligir mánaðir hjá ferðavinnuni, tí hetta er ikki tíðin, tí ið útlendingar vanliga fara til Føroyar at ferðast.
Men í ár verður øðrvísi.
Í døgunum frá 25. mars til 4. apríl fer at vera fult av dønum í landinum.
Á Smyril Line fingu tey tað hugskot at selja bíligar pakkaferðir til Føroya. Átakið byrjaði fyri tveimum vikum síðan, og longu nú er sølan steðgað. Umleið 300 ferðaseðlar eru seldir til túrin úr Hirtshals 23. mars og á leið tað sama til túrin vikuna eftir.
Tilboðið hevur at kalla bara verið lýst á netinum.
Gestirnir steðga í Føroyum í tríggjar nætur, frá mánamorgni klokkan seks til hóskvøld klokkan 21.
- Vit noyddust at steðga søluni nú, tí gistingarhúsini kunnu ikki taka ímóti fleiri fólkum, og haraftrat skulu føroyingar eisini kunna ferðast við Norrønu um páskirnar, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line.
Gestirnir fara at búgva á Hotel Føroyum, Hotel Tórshavn, Hotel Hafnia, Gjáargarði, Hotel Streym, Hotel Klaksvík og Hotel Vágum.
- Tað hevur ongan týdning, hvar í landinum tey gista, bara tað er landfast, tí øll koma í bili, og tey fara at koyra runt kortini, sigur Henny á Líknargøtu.

Tiltøk á páskum
Vanliga hendir ikki so nógv í Føroyum um páskirnar, men Smyril Line er farið í samstarv við Kunningarstovuna í Havn, sum skipar so fyri, at ferðafólkini fáa okkurt at uppliva á ferðini í Føroyum.
Eitt nú verður roynt at fáa søvnini at vera opin, og at tónleikarframførslur verða.
- Vit eru sera spent, hvussu hetta fer at eydnast. Tað er ein stór avbjóðing at fáa ferðafólk at vitja landið aðrar tíðir ein í mánaðunum frá mai til september, tí tað er ov stutt tíðarskeið fyri ferðavinnuna, sigur Henny á Líknargøtu.
Hon er sannførd um, at Føroyar eru eitt áhugavert ferðamál í løtuni fyri danir, tí tey flestu hava verið alla aðrastaðni og hava hug at royna nakað øðrvísi.
Tað ger eisini sítt, at Føroyar eru blivnar meira kendar. Fleiri sjónvarpssendingar um Føroyar hava verið, og lýsingarátøk hava somuleiðis hjálpt til.
Páskatilboðini við ferðum til Føroya eru góð. Ferðaseðil og innvist fyri tvey kosta niður í 4000 krónur.