Mótmæli
Stundisliga fríggjamorgunin klokkan 10 møttu einir 140 næmingar úr framhaldsskúlanum í Runavík upp á býráðsskrivstovuni í Saltangará at gera vart við og mótmæla, at einki fríøki er uttan um skúlan í Runavík.
Hósdagin, 1. apríl, boðaðu næmingarnir býráðsformanninum, Rodmundi Nielsen, frá, at teir komu fram við fríggjamorgunin at handa hetta skrivið, sum einir 140 næmingar hava skrivað undir.
Býráðssalurin var á tremur og sitipláss var bert til ein part av ungu fjøldini.
Næmingarnir høvdu eisini teknað sær nøkur skelti, sum settu sín dám á tiltakið.
Tað vóru býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen og formaðurin í mentanarnevndini, Hans Petur Ellingsgaard, sum tóku ímóti næmingunum.
Katrin H. Petersen, sum gongur í 8. flokki í Runavíkar skúla, las skrivið upp, áðrenn hon handaði býráðsformanninum tað.
- Vit vilja gera vart við og mótmæla, at einki fríøki er um skúlan. Vit halda, at eitt fríøki hevði gagnað næmingunum, bæði til likams og sálar ? og hetta hevði sjálvandi eisini gagnað undirvísingini.
Í skrivinum vísa næmingarnir á, at sum er, er einki at gera í fríkorterinum.
- Tí finna næmingarnir uppá ymiskt "stuttligt", eitt nú at roykja, spýta inni, keypa, skriva á veggirnar og annars oyðileggja teir fáu møblarnar, vit hava.
Næmingarnir siga seg vóna, at skrivið verður móttikið í sama góða anda, sum tað er skrivað
- Men vit halda ikki, tað er í lagi, at einki fríøki er um skúlan.
Rodmundur Nielsen, sum frammanundan hevði boðið øllum næmingunum vælkomnum á gátt, takkaði fyri skrivið og ásannaði, at umstøðurnar við Runavíkar skúla ikki eru nøktandi.
Hann segði, at býráðið tekur ímóti brævinum og fer at viðgera tað við virðing. Hann lovaði eisini, at tá ið næmingarnir nú eru komnir við einum brævi, skulu teir eisini fáa eitt svar.
- Fægstu av tykkum hava verið her inni áður, og tit eru altíð vælkomin at tosa við okkum.
Býráðsformaðurin segði, at tað tekur tíð at fremja tær stóru broytingarnar, men hann luftaði samstundis tankan um, at kommunan kanska fer at finna út av eini loysn, sum kann bøta um viðurskiftini, áðrenn ein endalig loysn verður framd á skúlaøkinum.
Formaðurin í mentanarnevndini greiddi síðan frá, hvørjar framtíðarætlanir, kommunan hevur á skúlaøkinum.
Hans Petur Ellingsgaard vísti eina tekning sum lýsir, hvussu skúla-og mentanarøkið í Runavík ætlandi kemur at síggja út í framtíðini.
- Sum er, hava vit fýra skúlar í kommununi, men í framtíðini er ætlanin, at vit bert skulu hava tveir. Nýggjur skúli verður væntandi bygdur í Runavík, samstundis sum skúlarnir í Rytuvík og Søldarfirði verða niðurlagdir.
Men, legði hann aftrat:
- Slíkar útbyggingar og broytingar á skúlaøkinum henda ikki frá degi til dags, segði Hans Petur Ellingsgaard.
Tá ið løtan var umliðin, fóru næmingarnir líka so stillisliga avstað aftur, sum teir vóru komnir.










