Innrás av sendiharrum

Í hesum døgum vitja ikki færri enn 25 sendiharra úr londum kring allan heimin. Hetta er helst fyrstu ferð, at flestu ráðharrarnir vitja í Føroyum. Á ferðini er mangt og hvat á skránni og fríggjadagin gongur so leiðin úr aftur Føroyum

Teir 25 sendiharrarnir, sum nú eru komnir til Føroya, koma úr øllum herðashornum í heiminum. Úr Swazilandi, Noregi, Kekkia, Hollandi, Makedonina, Portugal, Kroatia, Finnlandi, Litavia, Japan, Póllandi, Suður-Afrika, Lesotho, Estlandi, Frankaríki, Korea, Írlandi, Sveits, Kina, Ungarn, India, Eysturríki, Kuba, Libya og Avstralia.
Út frá hesum yvirlitinum at døma er valla nakar ivi um, at her er talan um eitt sera breitt lið av sendiharrum, sum røkka yvir so gott sum allan heimin.
Millum aðrir er eisini litaviski sendiharrin í Føroyum. Og Føroyar skulu jú spæla landsdyst móti júst Litavia mikukvøldið á Svangaskarði.
Skráin fyri vitjanina hjá sendiharrunum býður upp á mangt áhugavert. Og hóast vit eru komin út í september, so kann ikki sigast annað, enn at tey higartil hava verið heppin í veðrinum.

Tøtt skrá
Týsdagin vitjaðu tey Tinganes, har tey fingu søguliga partin frágreiddan, síðani vitjaðu tey Løgtingið og løgmann, Anfinn Kallsberg, Tórshavnar Býráð og Listaskálan. Alt hetta varð gjørt fyrrapartin, so skráin má sigast at vera tøtt hjá teimum.
Landsbankin bjóðaði teimum síðani døgurða, har Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, síðani helt ein fyrilestur um búskap, handil og ídnaðin her á landi.
Seinnapartin týsdagin gekk leiðin fyrst á Fróðskaparsetrið, síðani til Náttúrugripasavnið og Fiskirannsóknarstovuna.
Um kvøldið var Anfinn Kallsberg vertur við ein døgurða á Platform.
Í dag er ferðaliðið í Klaksvík, har tey millum annað vitja Christianskirkjuna, nýggja kryvjivirkið og býráði. Klaksvíkar býráð bjóðar eisini til ábit á Hotel Norð á Viðareiði. Leiðin gongur úr aftur Klaksvík seinnapartin klokkan trý. Tá fara tey til Gøtu at vitja Tøting.
Komin aftur til høvuðsstaðin gongur leiðin til Fornminnissavnið, áðrenn tey at eta saman við ríkisumboðskvinnuni, Birgit Kleis.
Morgindagurin fer millum annað við eini vitjan til Kirkjubøar og á Fiskasøluni.
Seinnapartin fáa sendiráðharrarnir høvi til at fara runt sjálvi. Tá er skráin liðug, og tað allarseinasta á skránni hjá teimum er ein døgurði á hotel Føroyum um kvøldið.
Ferðalagið fer av aftur landinum leygarmorgunin.