Hesar seinastu vikurnar hava fleiri reyðstapar verið at sæð kring landið. Teir koma oftast í innrásum soleiðis, at nógvir eru at síggja summi ár, meðan ongin ella bert heilt fáir reyðstapar koma onnur ár. Reyðstapin eigur í Norðurskandinavia og longur eysturi i Evropa, Asia og eisini í Norðuramerika.
Reyðstapin er ein sera litríkur og eyðkendur fuglur. Hann er eitt sindur minni enn stari. Hann hevur topp á høvdinum, svarta banditmasku um eygað, gula rond á velinum og hvitar, gular og reyðar litir á veingjunum.
Umframt at vera litríkur og eyðkendur er reyðstapin eisini kendur fyri ofta at vera rættiliga spakur, soleiðis at hann er lættur at eygleiða. Kjansurin fyri at síggja ein reyðstapa er helst størst um ein hyggur í eldri urtagarðar við berjatrøðum. Teir liva nevniliga av ymsum berum, sum teir finna á trøðunum. Í dag vóru sostatt 15 reyðstapar at síggja í sama træið á Viðareiði.
Mynd og orð: Silas K.K. Olofson










