Tá Norrøna kemur á Havnina í morgin verður at kalla innrás av donskum ferðafólkum við skipinum. Tí hesar báðar komandi vikurnar - báðu megin páskir,verður fult av dønum í landinum.
Á Smyril Line fingu tey tað hugskot at selja bíligar pakkaferðir til Føroya. Átakið byrjaði um ársskiftið og longu eftir tveimum vikum steðaðgi sølan. Umleið 300 ferðaseðlar eru seldir til túrin úr Hirtshals fríggjadagin og á leið tað sama til næsta túr.
Gestirnir steðga í Føroyum í tríggjar nætur, frá mánamorgni klokkan seks til hóskvøld klokkan 21.
Vit noyddust at steðga søluni, tí gistingarhúsini kunnu ikki taka ímóti fleiri fólkum, og haraftrat skulu føroyingar eisini kunna ferðast við Norrønu um páskirnar, segði Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line við Sosialin í januar.
Gestirnir fara at búgva á Hotel Føroyum, Hotel Tórshavn, Hotel Hafnia, Gjáargarði, Hotel Streym, Hotel Klaksvík og Hotel Vágum.
Tað hevur ongan týdning, hvar í landinum tey gista, bara tað er landfast, tí øll koma í bili, og tey fara at koyra runt kortini, segði Henny á Líknargøtu.