Innlit
Innlit, upplýsingar og dagføring. Hetta eru viðurskiftini, ið verða viðgjørd í einari føroyskari-danskari embætismannanevnd, sum hósdagin hevði fund í Føroyum. Umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Vinnu- og ?búskaparmálaráðið og Fíggjareftirlitið eru við í nevndini.
Nevndin arbeiðir við at útvega Landsstýrinum neyðugu heimildina, so at Landsstýrið kann fáa innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti. Arbeiðið, sum í seinasta lagi skal verða liðugt um ársskiftið, er nú komið so mikið á leið, at ásetingin um innlit er tilevnað.
Semja er um, at Landsstýrið skal fáa upplýsingar um møguligar trupulleikar í føroyskum peningastovnum so skjótt sum til ber. Tað merkir, at innlit fæst, eftir at Fíggjareftirlitið hevur gjørt sínar niðurstøður, og tær eru, at trupulleikar eru staðfestir í stovnum í føroyska fíggjarumhvørvinum. Semjan merkir, at Landsstýrið fær fráboðanina eins skjótt og avvarðandi danskir myndugleikar.
Semjan í nevndini ber eisini í sær, at ein føroyingur, sum er serfrøðingur í føroyskum fíggjarviðurskiftum, skal knýtast til Det Finansielle Virksomhedsråd. Ráðið er partur av Fíggjareftirlitinum, og tekur m.a. allar prinsipiellar avgerðir hjá eftirlitinum. Føroyski serfrøðingurin skal veita ráð, tá føroysk mál koma á dagsskrá hjá Det Finansielle Virksomhedsråd.
Føroyska-danska embætismannanevndin arbeiðir eftir avtalu millum Bárð Nielsen, landsstýrismann við fíggjarmálum, og Bent Bendtsen, vinnu- og búskaparráðharra. Hon er nú farin undir at greiða spurningin, um Fíggjareftirlitið kann lata Landsstýrinum innlit og upplýsingar við einum sonevndum ríkislógartilmæli, ella um neyðugt er at broyta donsku lóggávuna á økinum.
Landsstýrið hevur eisini sett sær fyri, at føroyskar lógir á fíggjarøkinum skulu dagførast nógv skjótari enn í dag. Fyri at røkka hesum máli, arbeiðir føroyska-danska embætismannanevndin við at leggja ein leist fyri, hvussu dagføringin skal fara fram. Grundleggjandi er semja um, at Fíggjarmálaráðið, peningastovnarnir og Fíggjareftirlitið javnan og støðugt skulu hava samband hvør við annan, soleiðis at partarnir allatíðina kunnu skifta orð um dagføringar av lógargrundarlagnum.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Landsstýrið í hesi tingsetuni fer at skjóta upp fyri Løgtinginum, at ?lov om finansiel virksomhed? verður sett í gildi í Føroyum. Lógin er ein tvørgangandi lóg fyri fíggjarøkið, og kemur í staðin fyri ávikavist; ?lov om banker og sparekasser?; ?lov om fondsmæglerselskaber?; ?lov om investeringsforeninger? og ?lov om sparevirksomhed?. Harafturat hevur lógin ásetingar um ?udstededere af elektroniske penge?. Umframt at dagføra lógarverkið á økinum, fer lógin at gera lógarverkið einfaldari.