Innlit og vitan

    

Kenni meg noyddan at rætta nakrar misskiljingar, sum Niels Uni Dam setur fram í lesarabrævi. Tíðindadeildin í sjónvarpinum er ikki sett saman av tilvildarligum journalistum, sum bara finna upp á okkurt og so oysa tað út í hvørja stovu.
Tíðindadeildin hevur yvirskipaði mál, sum eg havi ábyrgdina av verða hildin. Tey eru millum annað at reka upplýsandi, fjølbroyttan, undirhaldandi og kritiskan tíðindaflutning. At ganga makthavarunum nær, er sera týðandi í hesum arbeiðinum. Altíð við tí í hyggju, at bera vitan víðari og geva innlit. Vitan og innlit, sum jú er ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum.
Tíðindasendingarnar eru lagdar til rættis, og einki innslag - eingin tíðindastubbi - fer í Dag og Viku uttan ein roynd er gjørd at røkka teimum yvirskipaðu málunum.
Innslagið týskvøldið um samgongukreppuna, var eins og øll onnur innsløg, ið kunnu gerast viðbrekin, grundiga diskuterað á redaksjónini. Og niðurstøðan var, at soleiðis vildu vit lýsa endan á politisku kreppuni. Og tað var ikki eitt skjal, sum einsamalt, gjørdi tað. Tað var eitt úrslit av, at vit nágreiniliga høvdu fylgt við í samgongukreppuni alla tíðina.
Innslagið týskvøldið gav eitt gott innlit í politiska spælið, sum hevur staðið við í eina stíva viku. Fyrst og fremst gav tað innlit í, hvussu politikarar - í hesum føri Høgni Hoydal - hugsa, tá ein politiskur boðskapur skal berast alment fram. Innslagið vísti, at politiska kreppan var drýggjað, við tí fyri eyga, at tað skuldi geva betur ekkó í pressuni. Og tað er einki forgjørt í tí, men tað er heldur einki forgjørt í, at veljarin eisini fær innlit í tað.
Ein av okkara eftirmetingum av innslagnum er, at Høgni Hoydal átti at havt møguleikan - longu í somu sending - at gjørt viðmerkingar til innslagið. Ætlanin var at hava løgmann og Høgna Hoydal í sjónvarpsstovuni, men løgmaður segði nei. Tí hildu vit, tað tað hevði givið ov stóra slagsíðu, um Høgni Hoydal var einsamallur. Soleiðis skuldu vit ikki havt hugsað - skilst.