Jarðfrøðissavnið hevur fyri fyrstu ferð givið út prentaða ársfrágreiðing. Endamálið er at geva fólki innlit í tað arbeiðið, sum Jarðfrøðissavnið hevur um hendi við kolvetnisleiting, jarðalisfrøði og almennari jarðfrøði.
Í ársfrágreiðingini finnur tú eisini smærri greinar um ymiskt evni, sum knýta seg at stovninum og arbeiðið, sum stovnurin ger. Til ber at lesa um ?Oljuleiting við Føroyar? eftir Sigurð í Jákupsstovu, ?Jarðfrøðiligar forkanningar í samband við tunnilsgerðir? eftir Claus Andersen og ?Elsta jarðfrøðiliga granskingin og kortleggingin av Føroyum? eftir Anette Jægerup.
Ársfrágreiðingin telir 34 síður, og hon er prentað í litum. Meira nágreiniligir upplýsingar finnur tú á heimasíðuni hjá Jarðfrøðissavninum www.jfs.fo.