Kjak um innlit í almennu fyrisitingina
Eg tók lut í sendingini Radarin 19. mars, har eg legði nøkur sjónarmið fram um trupulleikar, sum kundu standast av, at landsstýrismenn ikki kunnu fáa ráðgeving í sambandi við mál av politiskum slag, uttan at tað skal verða endurgivið í fjølmiðlunum dagin eftir. Harumframt førdi eg fram, at fyrisitingin nýtir nógva tíð og orku at svara áheitanum um alment skjalainnlit og øðrum upplýsingum.
Hetta hevur onkur fingið til, at eg ætli at skerja rættin til alment innlit, og Felagið Føroysk Miðlafólk hava sambært Sosialinum fingið tað til eitt álvarsligt álop á fólkaræðið, sum eg ikki eri samdur við teimum í.
Eg skal tí i stuttum her royna at lýsa míni sjónarmið.
Meginreglan um almenning er ein víðarimenning av fólkaræðinum, og atgongd til skjøl í almennu fyrisitingini er í dag ein sjálvsagdur partur av einum opnum fólkaræðisligum samfelag.
Tað er eisini ein sjálvsagdur partur av einum fólkaræðisligum samfelag, at spurningar kunnu verða settir við, og at tað verður tikið upp til umhugsunar og umrøðu, hvørt tær skipanir, sum skulu vera stuðlar undir fólkaræðinum, virka nóg væl og eru tíðarhóskandi.
Ein av trupulleikunum við verandi innlitslóg er, at hon ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri, at í dag er almenna fyrisitingin í stóran mun løgd til stovnar undir aðalráðunum, sum eisini hava tann sakkunnleika, sum annars hevði verið í aðaláðunum.
Landsstýrismenn hava brúk fyri kvalifiseraðari ráðgeving í trúnaði og hjálp frá embætisverkinum eisini í málum, tá sakkunnleikin er á einum stovni undir ráðnum ella í einum øðrum stjórnarráði. Eisini hava embætisfólk í aðaráðunum og stovnum undir aðalráðunum tørv á, at tey óformelt og frítt saman kunnu gera teirra metingar og gera teirra fyrireikandi arbeiði viðvíkjandi málum, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til, uttan tað trýst, sum kann liggja í, at teirra metingar, sum eru partur av einari viðgerðartilgongd, seinni verða kunngjørdar alment.
Her kann innlitslógin verða ein trupulleiki. Tí eftir innlitslógini eru øll innanhýsis arbeiðsskjøl, sum verða send millum aðalráð og stovnar undir ráðnum, fevnd av almennum innliti og somuleiðis alt samskifti frá fundum millum somu partar.
M.a. hetta er tað, sum eg havi roynt at vísa á.
Í Danmark er komin nýggj innlitslóg, og har er tikin hædd fyri hesum.
Í nýggju donsku innlitslógini er ásett, at tað sum útgangsstøði ikki er innlit í innanhýsis skjøl, sum verða latin millum eitt departement og stovnar undir departementinum ella millum ymisk ministeriir, tá tað má roknast við, at ein ráðharri hevur brúk fyri, ella fer at fáa brúk fyri ráðgeving og hjálp frá embætisverkinum.
Eisini í Danmark er ásannað, at innlitslóggávan kann verða tíðar- og orkukrevjandi, sbr. eisini § 9 er stk. 2, nr. 1 í nýggju donsku innlitslógini: “Behandlingen af en anmodning om aktindsigt efter § 7 kan, uanset at betingelserne i stk. 1 er opfyldt, afslås, i det omfang behandlingen af anmodningen vil nødvendiggøre et uforholdsmæssigt ressourceforbrug eller .....”
Almenn partafeløg
Almenn partafeløg eru ikki fevnd av lógini um alment innlit og eiga heldur ikki at verða tað. Hinvegin kunnu almenn partafeløg fylgja øðrum reglum um góðan leiðslusið, brúka dygdarskipanir o.a. og verða opin í øllum fyri kundan týðandi málum. Eisini hevur partaeigarin møguleika at seta spurningar um øll viðkomandi viðurskifti í felagnum.
Annars virka almenn partafeløg eftir eftir løgtingslóg um parta og smápartafeløg (vinnufelagslógin).
Tað gevur onga meining at tosa alment innlit í einum felag, sum ikki fær játtan á fíggjarlógini, men virkar á vinnuligum fortreytum og hevur heilt onnur atlit at taka. Tá er rættari við øðrum leiðslu- og stýringaramboðnum fyri at standa seg væl í kappingini og hava góð viðurskifti við allar viðkomandi áhugabólkar - stakeholder management.
Starvsfólkarættindi í einum partafelag kontra einum almennum stovni hava onki við kjakið um alment innlit at gera.
Tørvur á endurskoðan av lógini um alment innlit
Lógin um alment innlit hevur nú virkað í nógv ár og tí er tørvur á einari endurskoðan - eins og gjørt verður í okkara grannalondum.