Fótbóltur
Tá FSF í mars mánaði tók avgerð um, at FIFA-stuðulin til fótbóltshøll í Føroyum skuldi latast verkætlanini í Skálabotni, var talan ikki um eina púra treytaleysa játtan.
Eitt av krøvunum í hesi var, at fíggjar- og rakstrarætlan skuldi latast FSF innan 1. august, og í hesum skuldi eisini vera skjalprógv fyri, at talan var um eina veruleikakenda ætlan.
Stuðulin ikki hóttur
Í dag eru vit komin til 3. august, men enn hevur FSF ikki fingið nøkur skjøl um málið frá samtakinum, sum stendur aftan fyri hallarætlanina. Hetta váttar Óli Holm, FSF-forseti, men hann sigur tó samstundis, at hetta í sjálvum sær ikki er nakað, sum koppar verkætlanini.
- Evstamarkið, sum vit settu til 1. august var fyrst og fremst eitt mark, sum FSF sjálvt hevði ásett. Talan er soleiðis ikki um, at FIFA stuðulin kann hvørva sum døgg fyri sól av hesum ávum. Eg veit eisini, at hóast einki skjalatilfar enn er komið, so hevur eitt ávíst samskifti verið millum umsitingina og fyrireikararnar av høllini, men júst hvussu langt hetta er komið, veit eg ikki at siga, sigur hann.
Koyrir eftir ætlan
Jens Martin Knudsen er annar av høvuðsmonnunum aftan fyri verkætlanina, og hann staðfestir, at alt arbeiðið viðvíkjandi høllini koyrir eftir ætlan.
- Eg veit væl, at vit eru nakrar fáar dagar seinkaðir, men tað er slíkt, sum tíverri kann henda, tá talan er um summarfrí og annað, sum órógvar. Støðan er í løtuni tann, at skjølini sum so bara skulu hava eina undirskrift, áðrenn tey verða send FSF, so tann parturin av málinum er í lagi.
- Av teimum níggju kommununum, sum vit roknaðu við í verkætlanini, hava átta eisini sagt ja, meðan tann níggjunda avgjørt ikki er avvísandi. Og tað er ikki so, at ætlanin stendur og fellur við hesi níggjundi kommuni. Hartil er so Nes Kommuna, sum kann gerast tíggjunda kommunan í ætlanini. Tá tilfarið varð latið inn, var hetta á sín hátt í »kapping« við Svangaskarð, og tí var Nes Kommuna ikki við í tí tilfarinum. Men vit hava á ongan hátt sett toftafólk uttanfyri, so tað er eisini møguleiki fyri, at tann kommunan legst afturat, og tað ger bara ætlanina enn burðadyggari, sigur Jens Martin.
Enn sum áður staðfestir hann, at ætlanin er, at høllin stendur klár á heysti komandi ár, og tá tilfarið er latið FSF væntandi í kvøld er klárt at fara víðari við ætlanini, sigur hann.