Global Warming ella ikki. Grønlendsku myndugleikarnir hava í dag tikið eina avleiðing av broytta veðurlagnum til eftirtektar. Grundað á tilmæli frá Løgregluni og Grønlands Kommando hevur Ekspeditionskontórið í deildini fyri innlendismál, nátturu og umhvørvi í Grønlandi, tann 28. maj við virknaði beinanvegin valt at steðga allari ferðing á innlandsísinum. Forboðið geldur fyribils til 15. september 2010, meðan trygdin á innlandsísinum verður endurskoðað.
Óvanliga nógvur hiti seinastu tríggjar vikurnar á vesturstrond Grønlands hevur gjørt, at tað fyrr enn vanligt eru komir smeltivatnshyljar og áir á skorpuni á innlandsísinum. Støðan á innlandsísinum varð í síðstu viku orsøk til evakuering av einari ítróttareskpeditión, 60 kilometrar frá ískantinum við Kangerlussuaq.










