Klokkan hálvgum trý í nátt vórðu boð send eftir sjúkrabili, tí ein 18 ára gamal maður var illa sligin uttan fyri Café Natúr í Havn.
Maðurin hevði heilaskjálvta og onkrar snuddir og varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið.
Hin maðurin rýmdi.
Politiið veit ikki neyvt, hvør maðurin var, men vitni hava givið politinum neyva lýsing av, hvussu maðurin sá út. Vitni mettu mannin at vera um 25 ára aldur, hann var væl bygdur og hevði stutt brúnt hár.
Seinni í dag fer politiið aftur at tosa við tann 18 ára gamla mannin á Landssjúkrahúsinum.










