Innlagdur eftir ferðsluóhapp

Ein bilur fór útava Gøtueiði tíðliga í morgun

Beint fyri klokkan fimm í morgun fekk løgreglan fráboðan um ein bil, sum var farin útav á Gøtueiði.

Bilførarin var einsamallur í bilinum og eingin annar bilur var uppi í óhappinum.

Boð vórðu send eftir sjúkrabili og tá ið tað vísti seg, at bilførarin hevði trupulleikar at  anda, varð hann tískil lagdur á Landssjúkrahúsið.

 

Løgreglan hevur eisini tikið blóðroynd av honum at vita um rúsdrekka var uppií.

Óhappið var so mikið ógvusligt, at bilurin er fluttur á Akstovuna til tekniskar kanningar.

Tað er óvist um bilførarin hevði verið á G! festivalinum, men annars sigur løgreglan, at festivalurin var friðarligur.

 

Samarittar og sjúkrarøktarfrøðingar vóru á festivaløkinum og tey tóku sær av tí mesta sum var og tað sum var at gera, var í mesta mun í samband við fólk, sum høvdu drukkið ov nógv, sigur løgreglan.