Føroyingar hava meira pening til góðar enn teir skylda í føroysku peningastovnum. Síðan 2013 er innlánsyvirskotið broytt frá -1006 til at verða 1429 við árslok 2016.
Innlánsyvirskot er innlán minus útlán.
Hetta upplýsir Hagstovan á heimasíðu sínari.
Fyri húsarhald er eru innlánini vaksin við 549 milliónum, frá 876 til 1425 milliónir.
Fyri vinnufeløg er broytingin eisini eitt vaksadni innlán, frá -2603 til -1328 milliónir, ið merkir, at innlánini í vinnugeiranum eru vaksin við 1275 millónum meira enn lánini.
Seinastu árini eru lánini til vinnugeiran í Føroyum minkaði við góðum 8,3% meðan lán til húsarhald eru vaksin við smáum 14% ella við 1033 milliónum.