Jóannes Eidesgaard, tingmaður, hevur sett Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra, heilar 11 spurningar viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini. M.a. vilæ Jóannes Eidesgaard hava at vita, hvørjar grundgevingar vóru fyri at flyta innkrevjingina frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna? Hvussu hevur gongdin í eftirstøðum verið síðan juli 1999 og fram til dagin í dag? Hvat kostaði flytingin í nýggj høli á Hálsi, keyp av nýggjum tólum og innbúgvi, og hvat er leiguprísurin? Hvussu er støðan í dag viðvíkjandi skráseting, mótrokning og innkrevjing av almennari skuld? Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka til tess at tryggja, at samfelagsins áhugamál viðvíkjandi innkrevjing av almennari skuld verða nøktandi røkt?
Í viðmerkingunum sigur Jóannes Eidesgaard um gongdina, at á fíggjarlógini fyri 1995 vórðu settar 7 mió. kr. av til eina centrala innkrevjingar- og fíggarstýringsskipan, harav tær 3 mió. kr. fóru til sokallaðu DEMM-skipanina, sum stendur fyri debitor-eftirstøður-mótrokning-málsviðgerð. Hetta var ein skipan, ið varð gjørd í samstarvi millum Føroya Gjaldstovu og Kommunedata. DEMM- skipanin fór at virka í september 1995, men varð alment tikin í nýtslu 11. mars 1996. Innkrevjingardeildin lá tá undir Føroya Gjaldstovu.
Skuldin minkað
Og sambært einum yvirliti um gongdina í samlaðu eftirstøðuni, vísur Jóannes Eidesgaard á, at almenna skuldin er minkað við sløkum 170 mió. kr. eftir fýra árum. So út frá allýsingini hjá landsstýrinum á heysti 1996, so kann ikki sigast annað enn, at Innkrevjingardeildin í verki veruliga hevur víst týdningin av orðinum effektivitetur, og at DEMM-skipanin hevur livað fult upp til tað, sum m.a. eisini løgtingsmenn væntaðu.
? Um tað er eitt av okkara eyðkennum, tað vóni eg ikki tað er, so er tað nógv, sum bendir á, at tað sum virkar, tað skal syndrast, meðan ov lítil orka verður brúkt til tað, sum ikki virkar, sum tað skal, sigur Jóannes Eidesgaard.
Og víðari greiður hann frá, at tíðliga í 1998 so eru røddir frammi um, at Innkrevjingardeildin nú ikki skuldi liggja undir Føroya Gjaldstovu, men skuldi flytast til Toll- og Skattstovuna. Onkur vildi vera við, at hetta var sambært bygnaðarbroytingunum hjá Finn Normann Christensen. Onnur vildu vera við, at tað ikki var pláss fyri Innkrevjingardeildini úti í Albert Hall. Uppaftur onnur vildu vera við, at innkrevjingin var ein náttúrligur partur av virkisøkinum hjá Toll- og Skattstovuni, meðan tað eftir øllum at døma ikki hoyrdi undir náttúrliga virkisøkið hjá Gjaldstovuni, hóast hon her hevði virkað framúr væl.
? Úrslitið verður so, at í apríl 1998 flytur Innkrevjingardeildin frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna. Vit høvdu eitt orðasklifti á tingi á heysti 1998, har vit vóru nøkur, sum mæltu frá hesi flyting. Men landsstýrismaðurin segði, at tann avgerðin var tikin.
? Nýggjur leiðari verður settur 1. mars 1999, og gongdina síðani tá kenna tingmenn frá fjølmiðlunum og frá tí brævi, sum Starvsmannfelagið hevur sent Løgtinginum. Haraftrat vænta vit, at landsstýrismaðurin fer at geva tinginum eina frágreiðing, sigur Jóannes Eidesgaard.
Syrgilig søga
? Skal takast samanum hesa syrgiligu søgu, sum annars sá so ljós út, so hava vit í dag snøgt sagt onga innkrevjing, og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at øll innkrevjing liggur í skelja sori bæði menniskjansliga og tekniskt.
? Eftirstøðurnar vaksa aftur fullkomiliga ótálmaðar, og eingin kann í dag siga nakað ítøkiligt um, hvussu stórar hesar eru, burtursæð frá mvg-skuld og skattaskuld. Tað fer eingin skipað skráseting fram, og tað fer als eingin mótrokning fram.
? Talan hevur verið um, at í staðin skuldi koma ein føroyskt framleidd innkrevjingarskipan, men í løtuni sær ikki út til, at nøkur nýggj skipan kemur í bræði, og óvist er, hvussu góð hon verður, um ikki nóg nógv orka og játtan verður latin. Eitt framhald av DEMM-skipanini hevði kravt eina uppgradering, sum møguliga hevði kostað um einar 2 til 3 mió. kr.
? Løgtingið, sum í sínari tíð játtaði neyðugu upphæddina til eina effektiva innkrevjing við DEMM-skipanini, eigur at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar frágreiðingar og grundgevingar hann hevur fyri, at alt hetta fyri samfelagið so týdningarmikla øki liggur í skeljum, sigur Jóannes Eidesgaard m.a. í viðmerkingunum.










