Ferðsluviðurskiftini undir Kongavarða eru ikki nóg trygg. Tað eru fleiri, ið búgva í økinum, ið hava givið ilt av sær fyri kommununi og tað tekur kommunan til sín, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu.
- Vit hava ein fund við Articon í dag í einum øðrum sambandi, og vit taka tað upp við teir tá fundinum, tí vit hava fingið fleiri áheitnar um at gera okkurt við vegin har uppi sigur Mikael Viderø.
Økið við innkoyringina til Kongavarað eisini at kalla myrkalagt, men tað tann trupulleikan vænta Mikael Viderø eisini loystan skjótt.
- Gøtuljósini verða gjørd í sama viðfangi. Deildin hjá kommununi er longu byrja uppá arbeiði og vit hava eisini eina avtalu við arbeiðstakarin á staðnum um at seta ljós á høllina har upp, men tað loysir bara ein part av trupulleikanum, sigur Mikael Viderø.