Seinastu tíðina hava arbeiðsfólk hjá Landsverk arbeitt við at breiðka og dagføra innkoyringina til Kvívíkar. Ein partur av verkætlanini er eisini, at betra um viðurskiftini hjá teimum, ið eru til gongu. Tað verður gjørt við at gera ein gonguteig, umframt at seta upp gøtuljós á teininum.
Ein partur av arbeiðinum hevur verið at gera ein vegg, ið kann stuðla breiðkaða veginum. Og sum hugtakandi myndirnar av arbeiðinum vísa, ið eru tiknar við dronu, so er tað ikki uttan orsøk, tí vegurin liggur ytst á eggini.
Tað er Landsverk, ið er arbeiðsánari og byggiharri, meðan arbeiðstakari er Sp/f ZRJ Entreprenørar. Samlaða játtanin til byggiætlanina er 3 milliónir krónur.
Mynd: Hilbert Elisson
Innkoyring á eggini
Mynd: Hilbert Elisson
Mynd: Hilbert Elisson
Mynd: Hilbert Elisson
Mynd: Hilbert Elisson
Mynd: Hilbert Elisson
Mynd: Hilbert Elisson










