Innkomuvegurin verður liðugur í 2023

Løgtingið hevur bara játtað ein brøkpart av neyðuga peninginum til innkomuveg, tá Eysturoyartunnilin letur upp.

 

Innkomuvegurin til Havnar verður ikki liðugur fyrr enn í 2023 kemur fram í einum svarið hjá Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, til Heðin Mortensen.

 

Heðin Mortensen spurdi landsstýrismannin, hví avtalan millum Landsverk, Samferðslumálaráðið, tunnilsfelagið og Tórshavnar kommunu, sum Heðin Mortensen sjálvur skrivaði undir sum borgarstjóri í oktobur 2016, framvegis ikki er løgd fyri løgtingið til góðkenningar.

 

Henrik Old svarar í stuttum, at avtalan sum so ikki skal góðkennast av løgtinginum, annað enn at løgtingið skal veita játtan til verkætlanina.

 

- Tað hevur drigið út at fáa undirtøku fyri at fáa fíggingina til vega, og í tí liggur eisini, at Løgtingið óbeinleiðis ikki enn hevur tikið undir við avtaluni. Ein týðandi orsøk til, at fíggingin ikki enn er fingin til vega, man vera, at nógvar aðrar áleikandi íløgur og verkætlanir eru í kapping við Innkomuvegin um at blíva raðfestar í langtíðarløguætlanini hjá landinum, sigur Henrik Old.

 

Hann svarar víðari, at 6,5 milliónir krónur eru settar av til vegin í 2018, tvær milliónir í 2019, 6 milliónir í 2020, 12 milliónir í 2021, 54 milliónir í 2022 og 34,5 milliónir krónur í 2023.

 

Eysturoyartunnilin letur eftir ætlan upp fyri ferðslu í 2020. Eftir hesi ætlan eru altso 14,5 milliónir settar av til ta tíð, meðan yvir 100 milliónir krónur av verkætlanini ikki verða játtaðar, fyrr enn eftir at ferðslan úr tunlinum er byrjað at koma til Havnar. Fyribils játtanin á fíggjarlógini strekkir seg til 2023, so væntandi verður vegurin ikki liðugur fyrr enn tá.

 

Henrik Old sigur seg tó vóna, at økta ferðslan inn í Havnina, sum verður mett at vera 45 prosent hægri enn í dag, ikki fer at koma eftir einum degi, men at innkomuvegurin verður liðugur áðrenn tað ringasta av ferðslulopinum kemur.