Innkeyps og útboðspolitikkur til hoyringar

Arbeiðið hjá Vinnumálaráðnum at gera ein nýggjan innkeyps- og útboðspolitikk fyri tað almenna verður liðugt áðrenn ársskiftið og fer innkeyps- og útboðspolitikkurin til hoyringar í næstum. Harumframt er lóggávuarbeiðið at gera eina nýggja útboðslóg byrjað.

-Tað hevur leingi verið ein tørvur á nøkrum greiðum mannagongdum og reglum í sambandi við alment innkeyp og útbjóðingar. Eg meti, at úrslitið av okkara arbeiði fer at gagna vinnuni, sum hevur krav upp á, at alment innkeyp er gjøgnumskygt og eisini, at fyritøkur fáa eins viðferð og møguleika at bjóða seg fram. Hetta førir eisini við sær, at vinnan mennist og verður meira kappingarfør, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Arbeiðið at gera nýggja innkeyps- og útboðspolitikkin verður gjørt í samstarvi millum vinnuna, land og kommunur.