Innkalling av Toyota

Tilsamans 240 Toyota eigarar í Føroyum fara at fáa boð um at koma til eftirlit við bilum sínum.

Í hesum døgum verða Toyota bilar kring allan heim kallaðir inn til eftirlit, tí spitarin á onkrum av bilunum kann seta seg fastan undir koyring.


Sámal av Reyni, sølustjóri hjá Reyni Service, sigur, at í Føroyum skulu 240 bilar kallast inn. Talan er mest um modellini Toyota Auris og Yaris. Innkallingin byrjar í næstu viku.