Innispunnið tógv

Endiliga upplivdu vit, at út kom innispunnið tógv. Tað vil siga, dagurin tá fullveldis ætlanin skal byrja, og hvussu hon skal síggja út.

Palli Dalsgaard



Ikki tí, teir allar flestu veljarar vóru greiðir yvir ætlanina langt frammanundan. Spurningarnir sum journalistarnir settu á tíðindafundinum í Tinganesi vóru ógvuliga skilagóðir og viðkomandi, men aftursvarini vóru tey somu, sum hava verið síðan hasi fólkini komu framat eftir seinasta val. Landsstýrislimirnir blíva við at trútta niður í okkum, at vit skulu samla pengar í ein grunn, at hava at taka til tá ástendur. Tað er eingin kunstur at samla pengar hjá landsins kosnu monnum, tá tað ið viðlíkahaldast skal, ikki verður viðlíkahildið.

Yvirtøkurnar verða tileinkisgjørdar í tann mun, at tær kosta næstan einki og harmiligt er, at menn skulu nevna tøl sum ikki eru røtt, tí tey tølini villleiða, í staðin fyri at rættleiða. Jú sanniliga kosta allar yvirtøkur í dýran dóm. Og í heilatikið at reka eitt so lítið oyggjarsamfelag kostar nógv meira enn tey fólk har búgva orka at gjalda, um tað skal eitast eitt vælferðarsamfelag. At føra tað fram, at blokkurin er ein náðigáva úr Danmark er ikki rætt. Pengarnir eru eini rættindi vit eiga sum danskir statsborgarar, tað eru einastu rættindi vit eiga eftir, vit hava mist øll onnur rættindir. At eiga danskan statsborgaraskap er ein so stórur fyrimunur fyri okkum, at hann kann ikki yvirmetast, at fara við fríðum vilja at siga hann frá okkum er ímóti allari nattúru.

At siga at blokkurin villleiðir okkum, so vit ikki fáa húsast á rættan hátt, er so langt við síðuna av, sum tað kann. Um rætt var atborið skuldi hvørt oyra verið brúkt sum loypir av, tí tað er brúk fyri hvørjum oyra. Í staðin fyri at samla pengarnar til fullveldis fantasi.