Inniróðurkapping avlýst

Fyrireikingarnar hava ikki verið nóg góðar, og nú er stóra Scandinavian Open kappingin í inniróðri avlýst

Inniróður

 

Á heimasíðuni hjá Knørri, www.kr.fo, sigur formaðurin í róðrarsambandinum, Jan Herman Hansen, at hann harmast støðuna almikið, men at hann í løtuni ikki sær aðrar vegir enn at avlýsa kappingina. Og hann staðfestir, at tað neyvan gagnar umdøminum hjá Føroyum í norðurlendskum kappróðrarhøpi, at kappingin verður avlýst, nú Føroyar skuldu standa sum vertir fyri hesari.

- RSF og Miðvágs róðrarfelag hava fyrr staðið fyri úttøkukappingum til Scandinavian Open Indoor, seinast í fjør, men hesa ferð hevur samstarvið onkursvegna ikki borið á mál. Tess vegna er kappingin nú avlýst, sigur Jan Hermann Hansen við heimasíðuna hjá Knørri.