Óalmenna FM-kappingin í inniróðri verður í Havn tann 24. februar. Tað er Havnar Róðrarfelag, sum í samstarvi við Kall skipar fyri kappingini, ið hevur fingið heitið Kall-kappingin. Fyri at økja um áhugan, verður kappingin í ár skipað í fleiri aldursbólkum, eins og ein serstøk kvinnustafett hesa ferð verður á skránni.