Havnar Róðrarfelag hevur gjørt av, at Formula-kappingin í inniróðri nú verður hildin um vikuskiftið, soleiðis sum ætlanin upprunaliga var. Fyri viku síðani boðaði felagið annars frá, at kappingin varð útsett til 20. mars, men nú verður aftur sagt, at kappingin verður hildin leygardagin, 27. februar. Orsøkin til ætlaðu flytingina var, at tilmeldingin í ávísum bólkum var ov lítil, men heldur enn at útseta gjørdi felagið ístaðin av at leingja freistina fyri tilmelding.