Inniróður í Runavík 14.apríl

Um vikuskiftið var óalment FM í inniróðri á skránni í Eysturskúlanum í Havn, og henda kappingin eydnaðist sera væl.

Kappingin um vikuskiftið verður tó ikki seinasta kapping í inniróðri á hesum sinni, tí kappróðrarfelagið NSÍ hevur nú boðað frá, at teir skipað fyri eini almennari kapping í inniróðri leygardagin 14. apríl. Kappróðrarfelagið NSÍ boðar eisini frá, at øll eru vælkomin til hesa kappingina.