Innilig nærvera

Marius spældi eina framúr góða intimkonsert í Pæsastovu í gjárkvøldið.

Pæsastova er eitt fantastiskt stað at spæla intimar konsertir, og Marius er ein framúrskarandi sangari og sangskrivari, hetta stendur eftir aftaná konsertina við Marius í Pæsastovu í gjárkvøldið.


Meðan Pæsastova spakuliga fyltist av fólki, sat Heðin Ziska Davidsen og klimpraði uppá ein ukulele. Hølini eru gomul, av træi og taka ikki nógv fólk. Tí sótu vit heilt tætt við teir báðar, ið framførdu, og tá Hans Marisu Ziska bjóðaði vælkomnum, so var tað við orðunum:

- Tað blívur ikki meira intimt enn hetta.

Teir báðir, Hans Marius og Heðin, bæði forførdu og ruraðu okkum inn í sín heim av vøkrum løgum, sungnum við hasari so ómetaliga góðu røddini, hjá Hans Marius. Har var eingin mikrofon ella elektriskt ljóðføri, hetta var ordiliga unplugged. Tveir menn, tveir gittarar, eitt klaver, ein ukulele og eitt klokkuskpæl. Har serliga Heðin átti leiklutin sum multiljóðførismaður, og dugdi væl at spæla við røttu ljóðstyrkini, so ljóðmyndin var so perfekt, óansæð hvat ljóðføri hann spældi.

Vit sluppu at hoyra eitt bland av løgum av nýggjastu fløguni Recreation og so onkur onnur løg í Marius hevði gjørt. Framførslan endaði við frálíka lagnum Nærvera, og einki lag kundi verið meira hóskandi til hesa framførsluna.

Eitt eykalag fingu vit eisini, tað var lánilagið Mightiest of Guns hja A. A. Bondy, áðrenn vit aftur fóru út í hugnaliga jólapyntaða kvøldið í miðbýnum í Havn.