Innilæst í soppahølum

Politiið og varhaldið eru flutt út av politistøðini í Jónas Broncksgøtu í Havn, men brumman er har framvegis Enn er eingin loysn funnin á, hvar politiið í Havn og kriminalpolitiið skulu húsast, meðan verandi hús í Jónas Broncksgøtu antin verður umvælt ella tikið niður.

Fyribils eru summar tænastur fluttar í bygningin yviri við Strond, har fútaskrivstovan er, og tað mesta av kriminalpolitinum er flutt til Runavíkar.

Í garðinum situr vakthavandi í eini bingju.

Varðhaldið er flutt í Mjørkadal.

Men brumman er framvegis í kjallaranum á soppafongdu politistøðini. Eingin annar er undir lonini.

Í brummuni sita tey, sum tikin verða upp av eini ella aðrari orsøk og tey, sum bíða eftir at koma fyri rættin.

Sum skilst royna politistarnir í flestu førum at koyra avdottin ellla illfýsin fólk heim enn at koyra tey í brummuna, tí politistarnir vilja ikki útseta fleiri fólk fyri vánaligu inniluftina í brummuni.