30 fólk vóru innikavað í eini pubb í Onglandi í tveir dagar, og hildu nýggjár har. Longsta nýggjársveitslan í Onglandi endaði sunnumorgunin, tá ein kavaplógv náddi fram til Tan Hill Inn, sum er hægst liggjandi pubbin í Onglandi. Tá høvdu 30 lesandi og lærarar verið innikavað á pubbini í tveir dagar.
Úrvalið av ølið var komið niður á hitt eina, har bólkurin frá Leeds University royndi at hugna sær sum frægast í tveir metrar høgum kava.
17 onnur fólk, sum vóru bjargað á A66 landavegnum, vórðu leidd til pubbina, eftir at tey høvdu rent seg fastan á vegnum millum Bowes og Brough. Sambært The Guardian var ikki koyrandi millum Manchester og Sheffield, og veðurmenninir lova framhaldandi kulda og kava.
Sum skilst liðu innikavaðu fólkini tó onga neyð.









