– Nei, hatta hava vit onki ímóti, og vit ræðast als ikki ta kapping, ið hetta felagið kann koma at geva okkum, sigur Jónsvein Mortensen, stjóri í P/F Inni, tá vit spyrja hann, um hann óttast kappingina frá nýggja bústaðarmeklarafelagnum, SKYN.
– Vit kunnu bara bjóða teimum vælkomnum á marknaðinum og frøast um, at teir eisini síggja tað rætta í at gera slíkt. Hetta er jú ein staðfesting av, at tað, vit fóru undir í 1998 var rætt at gera, sigur Jónsvein Mortensen.
Stjórin í Inni sigur, at tað ikki kemur óvart á hann, at Føroya Banki nú fer undir tílíkt virksemi. Tvørturímóti undrast hann á, at Føroya Banki ikki er komin við tilboðnum áður.
Men metir stjórin í Inni, at pláss er fyri einum bústaðarmeklarafelag aftrat?
– Tað er greitt, at hetta fer at eta av hjá onkrum, tí tað er ein avmarkaður marknaður vit hava við at gera, sigur Jónsvein Mortensen, sum kortini ikki óttast nýggja kappingarneytan.










